Árni og Páll gjørdu tað aftur fyri KÍ í Evropa

Árni og Páll gjørdu tað aftur fyri KÍ í Evropa
Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð skutu málini hjá KÍ, sum vann 2-1 á Atert Bissen og tryggjaði sær luttøku í 2. umfari av Champions League
Árni Frederiksberg og Pálll Klettskarð skutu aftur evropeisk mál fyri KÍ
Mynd: Savn: Finnur Justinussen/Leit  
 
15.07.2026 - 23:15

Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð syrgdu enn einaferð fyri, at KÍ spældi seg víðari í Evropa.

Teir báðir metmenninir skutu hvør sítt mál í 2-1 útisigrinum á Atert Bissen, og so vunnu klaksvíkingar 4-2 tilsamans og fáa litaviska mótstøðu í 2. umfarið í Champions League.

Teir hava nú skotið 15 evropeisk mál í part og eiga sín stóra part í góðu evropeisku avrikunum hjá KÍ seinastu árini. 

 

Árni lumpaði málverjan

KÍ, sum vann 2-1 í Føroyum í síðstu viku, fekk frálíka byrjan í Luksemburg. Níggju minuttir vóru spældir, tá Árni Frederiksberg fekk bóltin í høgru síðu og sendi hann í netið, tá málverjin bíðaði eftir innlegginum.

Roman Ferber javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin avgjørdi Páll Klettskarð dystin, tá hann skallaði eitt horna frá - ja, tú hevur gitt tað - Árna Frederiksberg í málið.

Í 2. umfari bíðar litaviska meistaraliðið Kauno Zalgiris. Heimadysturin verður 21. ella 22. juli og útidysturin verður á ólavsøku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302