Nógv fjølbroytt tilfar í Kringvarpinum á ólavsøku

Nógv fjølbroytt tilfar í Kringvarpinum á ólavsøku
Eins og undanfarin ár fer Kringvarpið at halda ólavsøku við fjølbroyttum innihaldi bæði í útvarpi og sjónvarpi
Kringvarp Føroya sendir nógv frá ólavsøkuni í bæði útvarpi og sjónvarpi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2022 - 21:00

Ólavsøkuaftan

Ólavsøkan í Kringvarpinum byrjar sum vant ólavsøkuaftansmorgun í útvarpinum. Tá senda vit beinleiðis allan fyrrapartin.

Klokkan 14 verður ólavsøkan sett. Tað senda vit beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi.

Eftir tað seta vit oman á Vestaru vág til ársins seinasta kappróður. Ólavsøkukappróðurin verður sendur beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi. Byrjað verður at senda kl. 15.

Eftir kl. 18 senda vit føroyskan dans í útvarpinum, men frá kl. 21 eigur ungdómurin Studio 4, við beinleiðis sending í góðar tveir tímar.

Ólavsøkuaftan hava vit beinleiðis sending úr býnum í sjónvarpinum frá kl. 18. Vit fáa reportasjur, prát og gott undirhald.

Aftaná ólavsøkusendingina úr býnum, senda vit konsertina "Minnist tú enn" við Tórshavnar Big Band í sjónvarpinum.

 

Ólavsøkudag

Ólavsøkudag byrjar útvarpið kl. 10 við tíðindum og barnaútvarpi.

Síðani verður guðstænasta, sangur á tinghúsvøllinum og sjálv tingsetanin.

Eftir tíðindini kl. 14 er beinleiðis útvarpssending úr Studio 4, og út á kvøldið fara vit í býin við sendara í sendingini "Omaneftir og niðaneftir Vallaratúni".

Eisini sjónvarpið er við til stóru løturnar á Ólavsøku. 

Ólavsøkudag byrja vit kl. 11, tá vit senda guðstænastu úr Dómkirkjuni.

Vit síggja og hoyra vakra sangin undir Tinghúsinum.

Og vit eru eisini við, tá tingið verður sett.

Seinni um dagin vísa vit millum annað tveir dokumentarar, annar er um Andreu Árting og hin um Niels Juul Arge.  

Báðar ólavsøkudagarnar fara vit upp á gólv við spildurnýggjum upptøkum úr Sjónleikarhúsinum.

Góða ólavsøku. 

 

Myndirnar hevur Bjarni Árting Rubeksen tikið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558

Meira um sama evni