Umhvørvisdeild mælir frá ætlaðari útbygging við Sundsvegin

Umhvørvisdeild mælir frá ætlaðari útbygging við Sundsvegin
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir til, at galdandi byggisamtykt fyri eitt øki við Sundsvegin verður varðveitt, nú býráðið ætlar at broyta byggisamtyktina
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir frá at broyta galdandi byggisamtykt í hesum økinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
09.08.2026 - 16:40

Nú freistin er farin at koma við hoyringssvarum um ætlaðu broytingina í byggisamtyktina hjá Tórshavnar býráð fyri matrikul nummar 1458a, sum er við Sundsvegin í Havn, so komu níggju hoyringssvar inn - harímillum ein innanhýsis viðmerking frá umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Har sæst, at Umhvørvisdeildin mælir beinleiðis frá ætlaðari útbyggingini við Sundsvegin.

Umhvørvisdeildin vísir á, at økið hevur náttúru-, landslags- og frítíðarvirði og liggur millum skógarfriðað øki og frílendi. Samstundis er stórt útbyggingartrýst á økinum.

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir tí til, at kommunan varðveitir verandi byggisamtykt og kannar møguleikan fyri at keypa økið til marknaðarprís fyri at tryggja tað sum eitt grønt og rekreativt øki.

 

Kann geva pláss fyri 80-85 bústaðum

Galdandi byggisamtykt leggur upp til 18 sethús, men nýggja uppskotið loyvir munandi tættari bygging, millum annað íbúðarbygningum við fleiri búeindum.

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur roknað út, at við ætlaða nýtslustiginum kann talan verða um ein samlaðan byggirætt upp á umleið 6.600 fermetrar. Tað kann svara til umleið 80-85 búeindir, alt eftir stødd og innrætting.

Hetta kann eisini skapa tørv á umleið 84 parkeringsplássum. Sambært útrokningini kunnu tey leggja hald á umleið 1.680 fermetrar, svarandi til 15 prosent av samlaða økinum. Deildin ávarar, at hetta kann ganga út yvir felagsøki, fríøki og grøn øki.

 

Vil hava eina heildarætlan

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu heldur eisini, at størri atlit eiga at takast at skógarfriðaða økinum, frílendinum, náttúrligum vatnviðurskiftum og samanhangandi grønum økjum. Eisini eigur at sleppast undan, at lendið verður óneyðuga javnað, fylt út ella broytt.

Niðurstøðan er tí, at galdandi byggisamtykt eigur at verða varðveitt óbroytt. Verður kortini farið víðari við nýggju ætlanini, so mælir Umhvørvisdeildin millum annað til, at byggitættleiki, parkering, grøn øki og samlaða ávirkanin á nærumhvørvið verða munandi betur lýst og regulerað, sæst at lesa í hoyringssvarinum um ætlaðu broytingina í byggisamtyktina hjá Tórshavnar býráð fyri matrikul nummar 1458a, sum er við Sundsvegin í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595