Landsapotekarin skal í søguna

Landsapotekarin skal í søguna
Uppskotið um at strika embætið hjá landsapotekaranum er á veg aftur í løgtingið
Stjóri skal setast.
 
10.08.2026 - 06:52


Uppskotið um at strika embætið hjá landsapotekaranum er á veg aftur í løgtingið.

Fyrru ferð var í februar, men uppskotið datt burtur, tá valið kom.

Heilsu- og Orkumálaráðið hevur nú sent lógaruppskotið til hoyringar aftur, tí onkrar broytingar eru gjørdar.  

Myndugleikauppgávur landsapotekarans skulu flytast til Apoteksverkið og Heilsustýrið.

Uppskotið byggir á tilmæli í ætlanini fyri fólkaheilsustýrið frá 2021.

Har stendur, at í 2026 verður farið undir at flyta eftirlitsuppgávur hjá landsapotekaranum til Heilsustýrið, og rakstraruppgávurnar hjá landsapotekaranum vera fluttar til Apoteksverkið.

Og stjóri skal setast fyri Apoteksverkið. 

Uppskotið beinir fyri verandi bygnaðarliga áhugamálsstríðnum og stuðlar undir eitt meira 
uttanveltað eftirlit við lógunum um apoteksverkið og heilivág, sigur Heilsu- og Orkumálaráðið.

Lógin skal koma í gildi 1. januar næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329