Sóknast eftir vitnum

Sóknast eftir vitnum
Politiið sóknast eftir vitnum til harðskap á ólavsøku
 
30.07.2022 - 12:52

Politiið sóknast eftir vitnum til harðskap á ólavsøku, tí um hálvgum trý-tíðina í nátt fekk politiið boð um bardaga uttan fyri Auto.

Har var ein og sami maður lagstur á trý fólk og hevði sligið tey, men hann varð handtikin á staðnum.

Stutt eftir hetta kom fráboðan um, at eini 20 minuttir frammanundan varð ein maður sligin í andlitið uttan fyri Kaffihúsið í Vágsbotni.

Tað vísti seg at vera sami maður, sum varð handtikin uttan fyri Auto.

Politiið kennir tó ikki navni á tí, ið var sligin, so tí sóknast politiið eftir vitnum, ið hava sæð tilburðin uttan fyri Kaffihúsið.

Maðurin, sum varð handtikin fyri at sláa, verður avhoyrdur í dag. 

Harafturat fekk politiið boð um bardaga í Tórsgøtu í býnum klokkan trý korter til fimm í morgun, har tríggir mans og ein kvinna bardust.

Sum skilst, var eitt par komið til ilnar, og síðani høvdu tveir mans lagt uppí og høvdu lagt á mannin.

Eitt vitni tók nakað av tilburðinum upp á video, men politiið vil kortini fegin frætta frá fólki, sum hevur sæð nakað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083