Olivia Newton-John fær almenna jarðarferð

Olivia Newton-John fær almenna jarðarferð
Jarðarferðin verður í stóran mun ein konsert, har ætlanin er at hátíðarhalda eitt stórtøkið lív
Olivia Newton-John var heimskend sum sangari, og hon fekk stóra gjøgnumbrotið í filminum "Grease" frá 1978.
 
12.08.2022 - 10:54

Avstralski sangarin og sjónleikarin, Olivia Newton-John, fær almenna jarðarferð.

Tað váttar forsætisráðharrin í statinum, Victoria. Daniel Andrews.

Hann váttar eisini, at tey avvarðandi hava tikið av tilboðnum um, at staturin rindar fyri jarðarferðina.

Daniel Andrews sigur, at jarðarferðin í stóran mun verður ein konsert, og at ætlanin er at hátíðarhalda eitt stórtøkið lív.

Olivia Newton-John, sum gjørdist 73 ára gomul, fekk sítt stóra gjøgnumbrot í musical-filminum, “Grease”, í 1978.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815