Báðir rógvararnir bjargaðir

Báðir rógvararnir bjargaðir
Eftir umstøðunum veit væl við hjá teimum, hóast illveður var á leiðini
MRCC hevur alla tíðina havt samband við bretsku bjargingarmyndugleikarnar, og stutt fyri klokkan 15 fekk MRCC at vita, at báðir rógvararnir vóru bjargaðir.
 
18.08.2022 - 15:09

Báðir føroyingarnir, sum róðu úr Miami í USA til Føroya, eru nú bjargaðir umborð á farmaskipið, sum seinastu tímarnar hevur verið hjá teimum vestan fyri Írland.

Eftir umstøðunum veit væl við hjá báðum rógvarunum, hóast illveður var á leiðini. 

Hoyr Hanus Olsen, vakthavandi á MRCC, í útvarpstíðindunum:

 

18082022_MRCC_nytt_til_net

 

Tað var um hálvgum seks tíðina í morgun, at MRCC fekk boð frá rógvarunum, at báturin hevði fingið ein stóran sjógv, og hevði fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin.

Teir vóru í flótidrakt, og høvdu mat og ein neyðsendara.

Báturin var staddur í bretskum bjargingarøki, og tí setti MRCC Tórshavn seg í samband við UK JRCC, sum tók sær av bjargingingini.

Um middagsleitið var eitt farmaskip á leiðini, har bjargingarbáturin rak fyri vág og vind, og stutt fyri klokkan 15 vóru báðir rógvararnir bjargaðir umborð á farmaskipið. 

Tað var 28. mai, at føroysku rógvararnir tóku fyrsta takið úr Florida við kós móti Føroyum. Teinurin er umleið 4.200 fjórðingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065