Japan vil menna samhandilin við Føroyar

Japan vil menna samhandilin við Føroyar
Japanski sendiharrin í danska ríkinum er á vitjan í Føroyum
Manabu Miyagawa er japanskur sendiharri í Danmark. Hann er á vitjan í Føroyum í hesum døgum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2022 - 18:02

- Vit vilja menna samhandilin millum Føroyar og Japan stig fyri stig. 

Tað sigur Manabu Miyagawa, japanski sendiharrin til danska ríkið, sum er á vitjan í Føroyum. 

Japansk handilsumboð eru eisini við í ferðalagnum. 

Higartil hevur laksur verið størsta útflutningsvøra úr Føroyum til Japan, men áhugi er eisini fyri øðrum føroyskum vørum, sigur sendiharrin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22082022_Japanskur_sendiharri


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541