Frágreiðing skal gerast um Málráðið

Frágreiðing skal gerast um Málráðið
Kannast skal, um til ber at hava reglurnar um Málráðið, Staðarnavnanevndina og Navnalógina í somu lóg
Nýggj frágreiðing verður gjørd um Málráðið, og løgtingið fær hana í hesari tingsetuni.
 
01.09.2022 - 08:47

Ein frágreiðing skal gerast um Málráðið fyri at vita, um lógin um Málráðið virkar, sum hon skal, og um til ber at hava reglurnar um Málráðið, Staðarnavnanevndina og Navnanevndina í somu lóg.

Frágreiðingin verður løgd fram í vetur ella tíðliga á vári næsta ár.

Eftirmetingin, sum var gjørd í 2016, verður ikki løgd fyri løgtingið. Hon er vorðin av gomul.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni, sum spurdi um Málráðið og eftirmeting.    

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um Málráðið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ongantíð løgd fram

Lógin um Málráð, sum kom í 2013, sigur, at landsstýrisfólkið eftir trimum árum skuldi leggja frágreiðing fyri løgtingið, um lógin virkar eftir ætlan, og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.  

Frágreiðingin var gjørd í 2016. Men hon var ongantíð løgd fram.

Nú verður so aftur gjørd ein frágreiðing. Og hana fær løgtingið í hesari tingsetuni, sigur Jenis av Rana.

Málráðið, sum nú er, tók við í juli 2021.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659