- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriðan í Syðradali
Um aldarskiftið leyp ein stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni. Skriðan var rímuliga stór, um 100 metrar long, 30 metrar breið og 1,7 metrar djúp, og sæst sera væl enn tann dag í dag í lendinum.
- Hetta summarið hevði verið óvanliga turt, og tá ið so heystið kom, kom brádligt áarføri, sigur Bjørn Kalsø, bóndi í Syðradali.
Eftir eitt sera gott summar við nógvari sól og so at siga ongum regni, fór tað at regna av grimd, mánadagin hin 18. september 2000.
Brot úr Dag og Viku dagin kvøldið eftir.
Henda dagin leyp skriðan
Og tað var henda eina dagin í septembur, at tað fór at regna av grimd og skriður lupu fleiristaðni kring landið. Tað var henda dagin, at skriðan leyp uppi í dali í Syðradali.
- Ein ær var tikin í lopinum, men annars fekk ongin skaða, sigur Bjørn.
SMS frá lurtara
Gloymi ongantíð dagin 18. sept. í 2000, tí tá leyp ein skriða av Kjølinum í Klaksvík oman yvir húsini hjá beiggja mínum, og tað var eitt Guds undur, at ongin fekk skaða
SMS frá lurtara:
Klaksvìkar Sløkkilið fylti 50 ár handa regndagin 18. sept. 2000. Teir vóru allir til arbeiðis tann dagin vid pumpum, tì áirnar flutu yvir í Klaksvìk, og ristirnar megnadu ikki at svølgja.
Skriðan, sum leyp uppi í dali í Syðradali (Mynd: Tjóðsavnið)
Missprýðir lendið
Bjørn heldur at skriðan missprýðir lendið, tí hava tey hegnað skriðuna inni fyri at fara at kanna, hvussu slík sár í haganum lekjast nátúrliga, og um seyðaábit hevur nakra ávirkan á hetta.
- Sagt verður, at bítur seyður tætt at svørinum, so gerast grasrøturnar eins stuttar, og sleppur grasið at vaksa, gerast røturnar tilsvarandi langar, sigur Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali.
Skriðan sæst týðliga í fjallasíðuni oman fyri Syðradal (Mynd: Tjóðsavnið/Kolbrún í Haraldsstovu)
Kanna endurbøtingarhættir
Bjørn Kalsø er saman við Tjóðsavninum, Miðnámi í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi farin at kanna, hvussu slíkar skriður koma fyri seg aftur, og hvussu skilabest er at endurbøta slík sár í lendið.
- Vit eru farin i holt við at kanna, hví skriður leypa, og hvussu tær kunnu endurbøtast, soleiðis at tær ikki longur verða eitt sár í lendinum, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, deildarleiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum.
Fólk frá Tjóðsavninum uppi í Dali og kanna skriðuna (Tjóðsavnið/Kolbrún í Haraldsstovu)
Menna endurbøtingarhættir
Endamálið við granskingini er at kanna lendið so væl, at tey kunnu menna endurbøtingarhættir, sum so verða standardiseraðir, so teir kunnu brúkast aftur í øðrum økjum, har tørvur eisini er á tí.
Tey kanna, hvussu nátúrligi vøksturin mennist í eini slíkari skriðu. Í summar vóru plantusløg og vanligastu mosa- og soppasløgini skrásett sum partur av grundkanningini av økinum. Harafturat er økið hegnað av fyri seyð í summar, og komandi 2-3 árini fer Lendisbati saman við næmingum úr Miðnámi í Vestmanna at fylgja við og eyðmerkja gongdina í vøkstrinum.
Skriðan er hegnað inni, so hon fær frið at endurbøta seg (Tjóðsavnið/Kolbrún í Haraldsstovu)
Grasvøksturin má verjast
- Tað er ikki skilagott at sáa fremmant gras, tí tá er vandi fyri, at hesi grassløg trýsta nátúrliga grasvøksturin burtur, sigur Kolbrún.
Grasið í Føroyum hevur laga seg eftir lendinum og veðurlagnum í Føroyum gjøgnum fleiri túsund ár, tí hevur tað týdning, at vit verja nátúrliga føroyska plantuvøksturin.
Skemti sms frá lurtara:
Tit tosa um, at har ein skriða hevur verið, er onnur væntandi.
Kendur klaksvíksingur segði: Har tað einaferð hevur skriðið, har skríður aftur :)
Síðsta stigið fevnir um menning av endurbøtingarhættum og um sjálva endurbøtingina av beninum. Lendisbati, sum verkætlanin verður rópt, fer at menna og royna ymsar endurbøtingarhættir í samstarvi Landgræðsluni, sum hevur servitan og drúgvar royndir í endurbøting í Íslandi.
Lurta eftir samrøðuni við Bjørn Kalsø og Kolbrún í Haraldsstovu.
Kelda: Tjóðsavnið
Kolbrún í Haraldsstovu, deildarleiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum, leiðir verkætlanina Lendisbati.