Rýma undan ódn í Florida

Rýma undan ódn í Florida
Ódnin Ian hevur herjað í Kuba, og nú hevur hon kós móti USA
Ódnin í Kuba elvdi eisini til vatnflóð.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.09.2022 - 15:34

Meira enn 2,5 milliónir fólk í Florida hava fingið boð um at rýma undan ódnini Ian, sum týsdagin oyðilegði alla streymveiting í Kuba. 

Ódnin er nú á veg til Florida og kemur inn yvir landið næsta samdøgrið.

Streymveitingin í Kuba fór av ódnini, og øll oyggin misti streymin, upplýsa kubanskir myndugleikar.

Í fráboðan stendur, at arbeitt hevur verið í alla nátt fyri at fáa streymin aftur.

 

Ódnin hevur nú kós móti Florida. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Á triðja stigi

Tá ódnin kom inn yvir land, var hon á triðja ódnarstigi. Túsundtals fólk rýmdu frá húsi og heimi, og onnur vóru flýdd, áðrenn ódnin kom. Nógv avfall var í ódnini, sum elvdi til vatnflóð.

Tvey fólk hava latið lív, sigur danska kringvarpið. Vatnflóð er nógvastaðni, og hús hava fingið skaða.

Ódnin er nú á veg móti Tampa Bay-økinum í Florida og er á fjórða ódnarstigi. Væntað verður, at vindmegin kann koma upp í 58 metrar um sekundið.

Ódnin Ian sigst vera ein av teimum harðastu, ið rakar hetta økið í Florida. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044