Skattalættar fáa pundið at minka í virði

Skattalættar fáa pundið at minka í virði
Virðið á bretska pundinum er í løtuni tað lægsta mótvegis dollaranum
Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur, var í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2022 - 14:53

Skattalættar fyri hundrað tals milliónir pund hava fingið virðið á bretska pundinum at lækka munandi, soleiðis at tað er tað lægsta mótvegis dollaranum, og samstundis er rentan nógv hækkað.

 

Kwasi Kwarteng er nýggjur fíggjarmálaráðharri í Bretlandi. Hann hevur lovað stóran skattalætta. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nýggi fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, Kwasi Kwarteng, kunngjørdi í síðstu viku eina røð av skattalættum, sum skulu seta ferð aftur á bretska búskapin. Men avleiðingarnar vóru ógvusligar, og bretski tjóðbankin roynir nú at sissa fíggjarmarknaðirnar og mótarbeiðir í roynd veru ætlanini hjá bretsku stjórninii at fáa tamarhald á búskapinum aftur.

Altjóða marknaðirnir hava munandi minni álit á politikkinum hjá nýggju bretsku stjórnini enn tí undanfarnu, sigur Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur:

 

29092022_Bjarni_i_Lida

 

Øll samrøðan við Bjarna í Liða kann hoyrast á Breddanum. 

Allur Breddin hoyrist her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493