Føroyskir bankakundar í Danmark skulu eisini brúka MitID

Føroyskir bankakundar í Danmark skulu eisini brúka MitID
Nógvir føroyingar brúka danskar bankar, og umleið 1.100 av teimum hava ikki skift frá NemID til MitID enn
NemID fer í søguna, og nú skal rindast inn við MitID.
 
07.10.2022 - 14:28

31. oktober fer talgilda innritanin, NemID, í søguna í Føroyum.

Føroyingar, ið brúka danskan banka, sleppa heldur ikki at rita inn á danskar netbankar, um teir ikki hava skift NemID út við nýggju talgildu innritanina, MitID.

Nógvir føroyingar brúka danskar bankar, og umleið 1.100 av teimum hava ikki skift frá NemID til MitID enn.

Lene Moyell Johansen er ríkisumboð:

 

07102022_MiT_ID_1

 

Lene Moyell Johansen er ríkisumboð.

 

Umleið 6.000 føroyingar fingu sær NemID hjá ríkisumboðnum, tá koronusmittan var í hæddini. Uttan NemID bar ikki til at fáa sær danskt koronupass. Men tað eru ikki hesir føroyingarnir, sum skulu skunda sær at skifta til MitID, sigur ríkisumboðið. Tað ber tó ikki til hjá ríkisumboðnum at avgreiða MitID fyrr enn fyrst í november. 

 

07102022_MiT_ID_2_wav

 

Hevur tú NemID, ber lættliga til at skifta til MitID á heimasíðuni mitid.dk. Tørvar tær hjálp, ella vilt tú hava MitID uttan at hava NemID frammanundan, ber til at venda tær til ríkisumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532