Martin fekk fyrstu superligaminuttirnar

Martin fekk fyrstu superligaminuttirnar
Martin Agnarsson fekk sínar fyrstu minuttir í bestu donsku deildini, tá hann var skiftur inn fyri Viborg í sigrinum á AaB
Í nærdysti: Martin Agnarsson fekk sínar fyrstu minuttir í superliguni í sigri á AaB
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 10:00

Føroyski fótbóltsspælarin Martin Agnarsson hevur fingið sínar fyrstu minuttir í donsku superliguni.

Kviki bakkurin, sum í summar skifti úr B36 til Viborg, varð skiftur inn í sigrinum á AaB í gjárkvøldið. Hann kom á vøllin í síðsta minutti av vanligu leiktíðini og var á vøllinum síðstu løtuna av dystinum.

18 ára gamli føroyingurin fekk annars sín fyrsta dyst fyri Viborg fyri lítlari viku síðan, tá hann kom inn í steypasigrinum á Ishøj.


Martin Agnarsson spældi síðstu løtuna ímóti AaB, og her er hann við yvirlutan ímóti Allan Sousa (Ritzau Scanpix)


Viborg FF liggur í løtuni á 2. plássi í bestu donsku deildini aftan fyri FC Nordsjælland (Ritzau Scanpix)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308