Nú gista fleiri útlendingar á gistingarhúsunum

Nú gista fleiri útlendingar á gistingarhúsunum
Í september í ár áttu danir 36 prosent av gistináttunum, og fólk úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum vóru 48 prosent
Tá korona var, vóru ferðafólkini nógv færri. Og tey flestu, sum gistu tá, vóru føroyingar.
 
25.10.2022 - 09:51

Nú gista fleiri útlendingar enn føroyingar í gistingarhúsunum í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Tá korona var, vóru ferðafólkini nógv færri. Og tey flestu, sum gistu tá, vóru føroyingar.

Men nú eru ferðafólkini útlendingar.

 

36 prosent danir

Í september í ár áttu danir 36 prosent av gistináttunum, og fólk úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum vóru 48 prosent. Føroyingar áttu 16 prosent av gistináttunum í september.

Færri føroyingar og danir gistu á føroysku gistingarhúsunum í september í ár enn í fjør. 

Men útlendsku ferðafólkini úr øðrum londum enn Danmark vóru stívliga 30 prosent fleiri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329