Rindaðu 1,8 milliardir í vinningsbýti í fjør

Rindaðu 1,8 milliardir í vinningsbýti í fjør
Vinningsbýtið vaks 600 milliónir krónur frá 2020 til í fjør
Alivinnan útlutaði 335 milliónir krónur í vinningsbýti í fjør.
 
27.10.2022 - 10:26

Í fjør útlutaðu feløg og fyritøkur tilsamans 1,8 milliardir krónur í vinningsbýti.

Tað eru 600 milliónir fleiri enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Feløg, sum eru skrásett í bólkinum "Aling," útlutaðu 335 milliónir krónur í vinningsbýti í fjør.

Hjá feløgum, sum eru skrásett í bólkinum "Matvøruframleiðsla," var vinningsbýtið 395 milliónir, og bólkurin "Heil- og smásøla og umvæling av akførum" útlutaði 445 milliónir krónur í fjør.

 

Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur eigarum felagsins.

Meira kann lesast um vinningsbýtið her.

<

&nbs

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815