Gongd komin á koppsetingina

Gongd komin á koppsetingina
Sambært nýggjastu tølunum frá Landssjúkrahúsinum hava 3121 fólk fingið stimpurprikið
Mikudagin fingu 445 fólk fjórða prikið, og tað er tað mesta í ein dag síðani 8. januar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.10.2022 - 18:00

Gongd er nú komin á koronukoppsetingina við fjórða prikinum, sum eisini verður nevnt stimburprikið.

Tað sigur Fróði Jacobsen, samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum. 

Sambært nýggjastu tølunum frá Landssjúkrahúsinum hava 3121 fólk fingið stimpurprikið.

Koppsetingarbólkurin var annars - eftir ein fund mikudagin í síðstu viku - samdur um, at tað gekk alt ov seint at fáa fólk koppsett.  

 

Færri enn væntað

Koppsetingarbólkurin heitti tí á Heilsumálaráðið, um at senda eitt skriv út til leiðslurnar á ellisheimunum kring landið at bera so í bandi, at øll búfólk fáa tilboð um koppseting fyri hálvan november. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, heitti eisini hósdagin í síðstu viku á tey í aldursbólkinum 50 ár og eldri um at lata seg koppseta. Hann segði tá, at einans 2.000 fólk høvdu latið seg koppsett, og at tað vóru nógv færri enn væntað.

- Aldur hevur nógv at siga í hesum føri, og tey á ellis- og røktarheimum hava ein aldur, har tey eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittað við koronu, segði hann við útvarpið. 

 

445 koppsett í ein dag

Men nú er líkt til, at gongd er komin á koppsetingarnar. Nevnast kann, at mikudagin 26. oktober vórðu 445 fólk koppsett kring landið. Hetta er tað mesta ein einstakan dag síðani 8. januar.

Í løtuni er eingin innlagdur við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985