Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 millardir í fjør

Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 millardir í fjør
Flestu almennu útreiðslurnar fara til almannavernd, 36 prosent
Eftir fimm ár við stórum árligum vøkstri í almennu útreiðslunum, minkaðu útreiðslurnar í 2021 stívliga tvey prosent samanborið við 2020.
 
04.11.2022 - 10:43

Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 milliardir krónur í 2021. 

Tað sigur Hagstovan á heimasíðu sínari.

Eftir fimm ár við stórum árligum vøkstri í almennu útreiðslunum, minkaðu útreiðslurnar í 2021 stívliga tvey prosent samanborið við 2020. Tað er fjórðingsmilliard minni enn 2020.

 

Tvær milliardir til aldurdóm

Í fjør fóru tvær milliardir til tað, sum í útgreiningini hjá Hagstovuni eitur aldurdómur.

Flestu almennu útreiðslunar fara til almannavernd, 36 prosent.

Í Danmark og Noregi er almannaverndin ávikavist 42 og 39 prosent. Í Íslandi er hon 27 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815