Jarðskjálvti í Nepal

Jarðskjálvti í Nepal
Skjálvtin hevur kravt í minsta lagi seks mannalív
Nógv hús eru rapað av jarðskjálvtanum í Nepal.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.11.2022 - 09:48

Ein jarðskjálvti var har vesturi í Nepal tíðliga í morgun, skrivar Reuters.

Hús eru rapað og minst seks fólk hava latið lív. Fimm fólk hava fingið álvarsligan skaða, og tvey fólk eru ikki komin afturíaftur.

Jarðskjálvtin var mátaður til 6,6 á Richter-stiganum.

Landið er enn ikki liðugt at endurbyggja skaðarnar, sum hendu í 2015, tá tveir jarðskjálvtar raktu Nepal.

Tá lótu umleið 9.000 fólk lív, og fleiri býir vóru lagdir í oyði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV