- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finn Danberg nýggjur stjóri í Jarðum
Finn Danberg nýggjur stjóri í Jarðum
Bóndafelagið og Óðalsfelagið eiga smápartafelagið Jarðir

Finn Danberg er stjóri í Jarðum.
11.11.2022 - 17:00
Finn Danberg er nýggjur stjóri í smápartafelagnum Jarðir.
Nevndin er eisini broytt, og nýggir nevndarlimir eru Finn Danberg, Jóhannus Kallsgarð, Annfinnur Heinesen Jacobsen og Poul Arni Jacobsen.
Tað eru Bóndafelagið og Óðalsfelagið, sum ið felag eiga smápartafelagið Jarðir.
Jarðir rekur heimasíðuna hiking.fo, sum felagið keypti í 2020. Har ber til hjá eitt nú ferðafólki at keypa skipaðar hagatúrar við ferðaleiðara.
Nýggi stjórin í Jarðum sigur við Kringvarpið, at talan er um eina náttúrliga útskifting í nevnd og stjórasessinum, og at felagið fer at raðfesta virksemi á heimasíðuni, ið tey síggja sum pall fyri burðardyggari ferðavinnu í nærumhvørvinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























