Skúlastjóri verður stjóri í HSF

Skúlastjóri verður stjóri í HSF
Hans Jón Thomsen byrjar í starvinum 1. januar
Hans Jón Thomsen verður stjóri í Hondbóltssambandinum.
 
17.11.2022 - 12:51

Skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, verður stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. 

Talan er um eitt nýtt starv, stjórastarvið skal styrkja um umsiting og leiðslu í HSF, nú virksemið er økt nógv seinastu árini.

Hans Jón Thomsen er 49 ára gamal, ættaður av Tvøroyri, og hann hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla seinastu sjey árini.

Fyrr í ár var Hans Jón Thomsen í uppskoti til ársins almenna leiðara.

Hans Jón Thomsen byrjar í starvinum 1. januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098