Stjórin verður nevndarformaður

Stjórin verður nevndarformaður
Janus Thomsen, sum hevur verið stjóri í EFFO, verður nú nevndarformaður í felagnum
Janus Thomsen verður nýggjur nevndarformaður í EFFO. Hann tekur eisini við stjórastarvi í Tjaldri, sum er ein av høvuðseigarunum í EFFO.
 
17.11.2022 - 11:24

Janus Thomsen er nýggjur nevndarformaður í føroyska oljufelagnum, EFFO. 

Hann tekur við eftir Jógvan Dávid Jacobsen, sum hevur røkt sessin síðani 21. september. 

Samstundis fer Janus Thomsen frá sum stjóri í EFFO. 

 

Gunnar Nielsen verður nýggjur stjóri í EFFO.

 

Í hansara stað kemur Gunnar Nielsen, sum kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni, Salmar.

Broytingarnar í nevndini eru gjørdar í sambandi við, at Janus Thomsen hevur tikið við stjórastarvinum í samtaksfelagnum, Tjaldri. 

Tjaldur er ein av høvuðseigarunum í EFFO. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342