SSL: Avlýsingar og broytingar

SSL: Avlýsingar og broytingar
Fyri veður boðar Strandferðslan frá, at bæði avlýsingar og broytingar eru í samferðsluni í kvøld.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2022 - 17:25

Strandferðslan boðar frá avlýsingum í siglingini hjá Teistanum á leið 60 og 61 um Hestfjørð.

Fyri veður verða túrarnir á leið 61 klokkan 19.10 av Gomlurætt og klokkan 19.30 úr Hesti ikki sigldir í kvøld.

Og somuleiðis eru túrarnir á leið 60 úr Skopun klokkan 18.35 og av Gomlurætt klokkan 20.00 heldur ikki sigldir í kvøld.

Á leið 7 um Suðuroyarfjørð er siglingin hjá Smyrli av Havnini broytt, so har er bara tann eini túrurin í kvøld, sum er klokkan 19.00.

Strandferðslan boðar frá, at Bygdaleiðir koyra samsvarandi broytingunum á leið 7.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541