Ongin ætlan um at talgilda vallistar

bannari
Ongin ætlan um at talgilda vallistar
Talgilding krevur, at vallógin eisini verður endurskoðað, sigur deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
Hilmar Høgenni er deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.
 
02.12.2022 - 18:00

Ongar ætlanir eru um at talgilda vallistar, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Vallistarnir kunnu ikki talgildast uttan so, at vallógin eisini verður enduskoðað, og tann avgerðin liggur í landsstýrinum.

Jóan Petur Hentze, formaður í valstýrinum í Tórshavnar kommunu, segði í útvarpinum fyrr í dag, at tað bæði hevði verið skjótari og tryggari at farið á val, um skrásetingin av vallistum verður talgild.

Hilmar Høgenni heldur, at tað er gott hugskot at endurskoða partar av skipanini, men tað krevur fyrireiking.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02122022_Hilmar_Hogenni

 

Formaðurin í valstýrinum í Tórshavnar kommunu mælir til at talgilda vallistarnar, men í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, sum varðar av málinum, eru ongar ætlanir um tað. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037