Gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni

Gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni
Øll gudstænastan verður týdd til ukrainskt
Løtan í Christianskirkjuni verður hildin við sálmasangi og stillum urgutónleiki, og møguleiki er fyri at tendra ljós. 
 
05.12.2022 - 09:54

Í kvøld kl.19.30 verður liturgisk gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni.

Leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnar, frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.

Meðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. 

Løtan verður hildin við sálmasangi og stillum urgutónleiki, og møguleiki er fyri at tendra ljós. 

Aftan á gudstænastuna vera drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum. 

Øll gudstænastan verður týdd til ukrainskt mál, sigur Marjun Lómaklett, prestur, í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597