550.000 kr. at hjálpa flóttafólkum í Miðjarðarhavinum

550.000 kr. at hjálpa flóttafólkum í Miðjarðarhavinum
Frá februar til november í ár hevur Ocean Viking bjargað 2.392 flóttafólkum úr sjónum
Í 2021 doyðu 2.047 fólk, tá tey royndu at sigla um Miðjarðarhavið. (Savnsmynd)
 
07.12.2022 - 09:48

Reyði krossur Føroya hevur í samstarvi við landsstýrið latið 550.000 krónur til at hjálpa flóttafólkum í Miðjarðarhavinum.

Farleiðin úr Norðurafrika til Italia hevur leingi verið tann mest brúkta og vandamiklasta farleiðin hjá flóttafólkum, sum fara til Evropa sjóvegis. 

Í 2021 doyðu 2.047 fólk, tá tey royndu at sigla um Miðjarðarhavið.

Í fjør fór altjóða Reyði krossur at skipa fyri hjálparátøkum í Miðjarðarhavinum.

 

 

Ein liður í hesum arbeiði er bjargingarbáturin Ocean Viking. 

Frá februar til november í ár hevur Ocean Viking bjargað 2.392 flóttafólkum úr sjónum.

Teirra millum 14 kvinnur, sum eru við barn, 705 børn og 533 børn, sum ikki vóru saman við vaksnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563