Heimsins besti ungi høgrivongur

Heimsins besti ungi høgrivongur
Høgrivongurin á føroyska A-landsliðnum í hondbólti, Hákun West av Teigum, er kosin heimsins besti ungi høgrivongur
Hákun West av Teigum.
 
10.12.2022 - 12:43

Tað er hondbóltsheimasíðan, Handball Planet, ið hevur havt eina atkvøðugreiðslu, har finnast skuldi fram til bestu ungu spælarar í heiminum.

Hákun spælir við felagnum Skanderborg-Aarhus í bestu donsku deildini, men næsta ár skiftir hann til Füchse Berlin, sum er oddalið í týsku bundesliguni.

Heimsins besti ungi hondbóltsspælari er sambært atkvøðugreiðsluni svenski vinstribakkurin Eric Johansson, ið spælir við Kiel í Týsklandi.

Tilsamans vóru 28 ungir hondbóltsspælarar innstillaðir til heiður í atkvøðugreiðsluni hjá Handball Planet, og eftir tveimum vikum høvdu 48.254 greitt atkvøðu á heimasíðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711