- Tíðindi, mentan og ítróttur
Váðaráðið: Broytilig renta ger húsarhald og fyritøkur viðkvom

Búskaparligu lyklatølini eru framvegis positiv, og útlánsvøksturin hjá bankunum er lítil.
Tað upplýsir Váðaráðið, sum hevur havt sín 19. fund.
Men rentu- og príshækkingar hava økt útreiðslurnar hjá fyritøkum og húsarhaldum, sum millum annað hevur við sær, at húsarhaldini hava minni pening at ráða yvir. Meginparturin av skuldini hjá fyritøkum og húsarhaldunum hevur broytiliga rentu, og hon er tískil viðkvom fyri broytingum í rentustiginum.
Váðaráðið sigur, at í løtuni eru eingi tekin um, at bankarnir fáa tap, men við stóru rentu- og príshækkingunum seinastu tíðina í huga, er váðin vaksin samanborið við undanfarin ár.
Hvørki lønargjaldingarnar ella løntakaratalið minka, og arbeiðsloysið er so mikið lítið, at tað mestsum ikki er nakað arbeiðsloysi í Føroyum.
At kalla einki arbeiðsloysi er í Føroyum í løtuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fiskaprísurin góður
Eisini í útflutningsvinnuni gongst væl, tí fiskaprísirnir eru góðir. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur, tað merkir, at húsarhaldini hava javna inntøku, sum stuðlar upp undir privatu nýtsluna. Øktu prísirnir saman við rentuhækkingunum kunnu tó ávirka nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum.
Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í ár, men miðalprísurin higartil er ikki lægri, enn miðalprísurin var í fjør. Tó siga húsameklarar, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini.
Lækka sethúsaprísirnir, kann tað hava við sær, at húsarhaldini gerast varnari, eins og rentu- og príshækkingar eggja til minni nýtslu, sigur Váðaráðið.
























