Íslendskur miðil: Klæmint skiftir til Breiðablik

Íslendskur miðil: Klæmint skiftir til Breiðablik
NSÍ- og landsliðsframherjin, Klæmint A. Olsen, verður kunngjørdur sum nýggjur framherji hjá íslendska Breiðabliki fyrsta dagin, skrivar íslendski miðilin Fótbólti.net
Skiftir Klæmint A. Olsen til íslendska felagið Breiðablik, so verður hann liðfelagi við Patrik Johannesen
Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen  
 
13.12.2022 - 07:56

Íslendski fótbóltsmiðilin Fótbólti.net sigur seg vita við vissu frá álítandi keldum, at NSÍ- og landsliðsframherjin, Klæmint Andrasson Olsen, er á veg til íslendskan fótbólt og verður kunngjørdur sum nýggjur framherji hjá Breiðabliki fyrsta dagin.

Føroyski fótbóltsmiðilin Bolt.fo hevur eisini skrivað um, at Klæmint Olsen skal vera á veg til Íslands at spæla.

 

Leigusáttmáli

Fótbólti.net skrivar, at talan helst verður um ein leigusáttmála upp á eitt kappingarár.

Klæmint Andrasson Olsen hevur sáttmála við NSÍ, sum farna kappingarár flutti niður í næstbestu deildina.

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur í samrøðu við Dimmalætting fyrr í ár sagt, at um NSÍ-framherjin heldur fram í Runavík næsta kappingarár, verður hann neyvan tikin út til landsliðið.

Um 32 ára gamli Klæmint Andrasson Olsen, ið eigur málmátið í bestu føroysku fótbóltsdeildini við 242 málum fyri NSÍ, skiftir til Breiðablik, so verður hann liðfelagi við Patrik Johannesen, ið longu spælir við íslendska felagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744