Myndir: Samráðingarnar halda fram

bannari
Myndir: Samráðingarnar halda fram
Fyrrapartin hava umboð fyri Landsbankan eisini verið á fundi við flokkarnar, sum nú royna at skipa samgongu
Margit Stórá, nývald løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, til samgongusamráðingar fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2022 - 11:10

Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn vóru tiknar uppaftur klokkan níggju í morgun.

Tá segði Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, at semja er um níggju mál, og trý mál eru eftir at loysa.

Arbeiðsbólkarnir, sum hava viðgjørt ymisk málsøki, ið skulu standa í samgonguskjalinum, eru lidnir.

Fyrrapartin hava umboð fyri landsbankan eisini verið á fundi við flokkarnar, sum nú royna at skipa samgongu.

Seinni í dag fara umboð fyri Fíggjarmálaráðið á fund við samráðingarfólkini.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Ingilín D. Strøm og Henrik Old vóru bæði afturvald á løgtingsvalinum 8. desember.

Javnaðarflokkurin og Framsókn í tinginum fyrrapartin.

Súsanna Bertholdsen hevur møguleika at gerast løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, tá nýtt landsstýri er skipað.

Dennis Holm er nývaldur fyri Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson í Framsókn hevur møguleika at gerast løgtingsmaður.

Eirikur í Jákupsstovu hevur eisini møguleika at gerast løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, tá samgongutingingarnar eru lidnar. Eirikur hevði eisini 35 ára føðingardag í dag og bjóðaði kaku. 

Malan Johansen og Kári Petersen umboðaðu Landsbankan á fundinum við flokkarnar, sum nú samráðast um samgongu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482