Bíðaði eftir svari frá Landsverki í 10 mánaðir

Bíðaði eftir svari frá Landsverki í 10 mánaðir
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið stovninum átalu
Landsverk átti at hava sagt tí, sum átti fyrispurningin, frá hesum, og nær Landsverk væntaði at avgreiða málið, sigur Løgtingsins umboðsmaður.
 
20.12.2022 - 08:39

Landsverk hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

Orsøkin er sein málsviðgerð.

Landsverk svaraði ikki einum fyrispurningi um at keypa eina fastogn frá stovninum fyrr enn 10 mánaðir vóru farnir.

Fyrispurningurin var sendur 13.desember í fjør.

Tá Landsverk ikki svaraði, var áminning send 11.august.

Ikki fyrr enn 10.oktober svaraði Landsverk. Tá var longu kært til Løgtingins umboðsmann.

 

Næstan 10 mánaðir

Landsverk sigur við umboðsmannin, at orsøkin til drúgvu málsviðgerðartíðina, næstan 10 mánaðir, var, at deildin hjá Landsverki, sum viðgjørdi fyrispurningin, hevði eina stóra arbeiðsbyrðu og trot á arbeiðsmegi.

Tað er í lagi, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Men Landsverk átti at hava sagt tí, sum átti fyrispurningin, frá hesum, og nær Landsverk væntaði at avgreiða málið. Og umboðsmaðurin heldur tað vera átaluvert, at Landsverk ikki gav hesa kunning.

Landsverk vísti ikki á nakra sakliga ella umberandi orsøk til, at málsviðgerðin gjørdist so drúgv, sigur Løgtingsins umboðsmaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523