Sita framvegis í varðhaldi

Sita framvegis í varðhaldi
Annar maðurin var varðhaldsfongslaður 14. juni og hin 9. august
Varðhaldið í Mjørkadali.
 
22.12.2022 - 15:21

Tveir menn, sum hava verið í varðhaldi síðani í summar, eru har framvegis.

Annar var varðhaldsfongslaður 14.juni. 

Hann er skuldsettur fyri brot á ásetingarnar um rúsevni. Varðhaldsfongslingin var longd nú í vikuni, til 18.januar.

Hin maðurin, sum er skuldsettur fyri hóttanir, hevur verið í varðhaldinum síðani 9.august.

Tann varðhaldsfongslingin var eisini longd nú í vikuni. Hon var longd til 17.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435