Teistin siglir ikki fyribils

Teistin siglir ikki fyribils
Strandferðslan boðar frá, at tekniskir trupulleikar umborð á Teistinanum hava við sær, at eingin sigling er í løtuni á leið 60 og 61. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan
 
30.12.2022 - 08:52

Strandferðslan boðar í morgun frá, at tekniskir trupulleikar eru við Teistanum. Ein talva - ein transformari, er smeltað, og tí er ikki ráðiligt at sigla.

Hetta hendi á fyrsta túrinum hjá Teistanum í morgun. Hetta hevur við sær avlýsingar á farleiðunum hjá Teistanum til Hest og til Skopunar. 

Kunnað verður um, nær sigligin byrjar aftur, og tí er hent hjá ferðafólki at halda seg kunnaðan á heimasíðuni hjá SSL.

Samstundar boðar Strandferðslan frá, at arbeitt verður við at fáa loyst trupulleikan, soleiðis at Teistin aftur kann fara í sigling. 

Hitt skipið á sandoyarleiðini Hasfjord liggur í Skopun, men manningin skuldi koma við Teistanum til Skopunar í morgun. 

Tað er ikki greitt, nær Teistin fer í sigling aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392