- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jens Jákup ætlar sær upp á Kilimanjaro og Aconcagua
Jens Jákup Hansen, sum er miðvingur, hevur sett sær sum mál, at stíga á toppin á hesu fjøll.
- Eg havi gingið allar Vágar runt, bæði handa vegin og hinvegin, so nú helt eg at eg mátti seta mær størri mál, sigur Jens Jákup.
Jens Jákup Hansen hevur sína egnu Youtube rás, har hann gongur í haganum og tosar, millum annað um ADHD. Leinki til rásin er HER
Jens Jákup, sum nýliga hevur fingið staðfest ADHD, er sera spontanur, og ein sunnudag, eftir at hann hevði verið til guðstænastu og sat á eini café og fekk sær ein kaffimunn, kom tað brádliga til hann, at hann mátti upp á hægstu tindar í heiminum.
- Eg fann beinavegin útav, at Everest var ein í so stórur gloypibitið at byrja við, men eg kontaktaði tey sum skipaðu fyri slíkum túrum og ringdi til ein vinmann, og spurdi um hann koma við, greiðir Jens Jákup frá.
Vinmaður umbar seg við, at hann hevði nýliga bygt hús og at hatta ljóðaði sera kostnaðarmikið. Men tann næsti vinmaðurin Jens Jákup ringdi til, var við upp á tað beinanvegin. So teir hava avtalað fyrst at fara upp á Kilimanjaro.
Kilimanjaro er hægsta fjallið í Afrika og er tað 5895 metrar høgt.
- Tey sum skipaðu fyri túrum niðan á heimsins hægstu tindar, vóru ikki so imponeraði av, at eg hevði gingið Vágar upp og niður, men hildu at eg mátti fara at venja meg við at ganga í hæddunum, so tí byrja vit við Kilimanjaro, sum ikki er eitt fjall man skal undirmeta, men er eftir umstøðunum lætt at ganga niðan á, sigur Jens Jákup.
Um eitt ár hevur hann sett sær sum mál at koma niðan á toppin á Aconcagua.
Aconcagua er hægsta fjallið í Amerika, tað er 6961 metrar høgt
Hann ætlar at dokumentera allan túrin og gera eina sjónvarpssending, har fokusi er túrurin og ADHD.
Lurta eftir samrøðuni við Jens Jákup Hansen.
Ella um tú hevur tíð, so kanst tú hyggja at samrøðuni við Jens Jákup Hansen.