Hvørki tap fyri Marner Jacobsen ella sigur hjá Fíggjarligum støðufesti

Hvørki tap fyri Marner Jacobsen ella sigur hjá Fíggjarligum støðufesti
Advokaturin hjá Marneri Jacobsen vísir á, at fyrrverandi forstjórin í Eik er bara dømdur í einum punkti
Søren Lundsgaard hevur verið advokatur hjá Marneri Jacobsen.
 
10.01.2023 - 11:40

- Hetta er hvørki eitt tap fyri Marner Jacobsen ella ein sigur hjá Fíggjarligum støðufesti.

Tað sigur Søren Lundsgaard, sum er advokatur hjá Marneri Jacobsen, fyrrverandi forstjóra í gamla Eik Banka. 

Søren Lundsgaard vísir á, at Marner Jacobsen hevur í tíggju ár verið stevndur av almenna stovninum Fíggjarligum Støðufesti fyri sín leiklut í, at Eik Banki í Føroyum og Eik Banki í Danmark fóru av knóranum. 

Hetta tíðarskeiðið hevur Marner Jacobsen verið í rættinum fleiri enn 100 dagar, har hann hevur greitt frá ymiskum viðurskiftum.

 

Marner Jacobsen var forstjóri í Eik Banka.

 

Frídømdur fyri nærum alt

- Úrslitið er, at at Marner Jacobsen er frídømdur fyri alt í Eik Banka í Danmark og nærum alt í Eik Banka Føroyum. Bara í einum punkti er hann funnin sekur. Tað er keðiligt fyri Marner Jacobsen, men tað er ikki ein sigur fyri Fíggjarligt støðufesti, at hann er dømdur í einum punkti, vísir Søren Lundsgaard á. 

Støða er ikki tikin til, um farið verður víðari við dóminum í landsrættinum. 

 

Eik Banki í Føroyum.

 

Søren Lundsgaard upplýsir, at teir fyrst fara at nærlesa dómin fyri at finna út av grundarlagnum undir dóminum. 

Síðani verður støða tikin saman við Marneri Jacobsen, um teir skulu søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at royna málið í Hægstarætti. 

 

Eik Banki í Danmark.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563