- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindavíkingar vilja sleppa heimaftur

Tey, sum búgva í Grindavík í Íslandi, eru ørkymlað, tí tey sleppa ikki at flyta aftur til býin eftir eldgosið og grótbræðingina.
Tað er bannað at búgva í ognum, sum almenna bústaðarfelagið, Þórkatla, eigur, til 1. september, skrivar Morgunblaðið.
Nýggj semja er gjørd við fyrrverandi húsaeigararnar í Grindavík, sum heimilar teimum at búgva í húsum, sum Þórkatla eigur, í mesta lagi 12 dagar um mánaðin.
Gylfi Arnar Ísleifsson, sum eigur matstovu í Grindavík, hevur skrivað undir semjuna, og er ørkymlaður.
- Landið hevur keypt einar 960 ognir her. Og tær fara í órøkt, tí eingin býr í teimum, og eingin heldur tær. Í fleiri húsum er ikki búgvandi longur, tí tey hava staðið tóm. Þórkatla hevur ikki nóg mikið av starvsfólkum til at hava eftirlit og halda húsini, sigur hann.
Troyttast av vitloysinum
- 50 børn eru skrásett at ganga í skúla í Grinavík eftir summarfrítíðina, men 12-daga-reglan ger, at talið er minkað niður í 20 næmingar. Fleiri familjur koma ikki aftur, tey troyttast av vitloysinum, sigur Gylfi.
Og útlitini eru vánalig fyri, nær fyrrverandi eigararnir sleppa at keypa húsini aftur.
- Vit eru villleidd. Vit fingu at vita, at so leingi lendið hækkar, taka tey onga avgerð. Eg havi tosað við ein jarðfrøðing, sum sigur, at landris kann halda fram í 10 ár aftrat. Fara tey at halda okkum í hesum so leingi, spyr Gylfi.
Hann hevur, sambært semjuni, loyvi at halda fyrrverandi hús síni.
- Í roynd og veru geri eg hetta fyri landið, soleiðis at tey hava okkurt at selja mær - ella onkrum øðrum, tá ið tey einaferð fara at gera tað, sigur Gylfi Arnar Ísleifsson við Morgunblaðið.


























