Brúkaraprístalið: Størsti vøkstur í 40 ár

Brúkaraprístalið: Størsti vøkstur í 40 ár
Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum hækkaðu, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, sum eru størsta orsøkin til prísvøksturin.
erliga oljur og fitievni, eitt nú smør og margarin, eru dýrkað nógv. Tey dýrkaðu við 30 prosentum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2023 - 11:31

Brúkaraprístalið vaks 10,1 prosent í fjør. Hetta er størsti árligi vøkstur í 40 ár.

Tað skrivar Hagstovan í dag.

Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum hækkaðu, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, sum eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

Prísirnir á mati og drykkjuvørum telja mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi, sigur hagstovan, og prísirnir á hesum vørubólkum hækkaðu 13,3 prosent seinasta árið.

Hetta er ein vøkstur á nærum fýra prosent, síðani Hagstovan seinast gjørdi upp prístalið í august í fjør.

 

Oljur og fitievni

Serliga oljur og fitievni, eitt nú smør og margarin, eru dýrkað nógv. Tey dýrkaðu við 30 prosentum.

Kjøt er vorðið 17 prosent dýrari, og eisini er stórur vøkstur á kornvørum, eitt nú breyði og mjólkarvørum.

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldum til býli hækkaðu góð 18 prosent frá november 2021 til november í fjør. Tað er serliga húsaleiga og brennievni ti at hita býli, sum ávirka hendan vørubólkin, sigur Hagstovan. 

Tað sæst eisini aftur, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846