Ukraina fær stríðsvognar í vár

Ukraina fær stríðsvognar í vár
Týskland hevur gjørt av at senda 14 stríðsvognar av slagnum Leopard 2 til Ukraina
Týskland fer at lata Ukraina 14 Leopard-stríðsvognar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.01.2023 - 14:13

Ukraina fær stríðsvognar úr Týsklandi um mánaðarskiftið mars-apríl.

Tað sigur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, nú Týskland hevur gjørt av at senda 14 stríðsvognar av slagnum Leopard 2 til Ukraina.

Men harumframt fer Týskland eisini at senda 40 krígsakfør av slagnum Marder til Ukraina, og ukrainsk herfólk skulu fyrst venja og læra at brúka hesi akførini.

Ukrainar skulu eisini venja við Leopard-stríðsvognunum, men tað verður eitt sindur seinni, sigur Boris Pistorius.

 

Boris Pistorius er verjumálaráðharri í Týsklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Eisini onnur lond

Við avgerðini um at senda 14 Leopard 2-stríðsvognar til Ukraina læt Týskland eisini upp fyri, at lond sum Pólland, Finnland og Noreg eisini kunnu senda sínar Leopard-stríðsvognar til Ukraina. Av tí at hesir stríðsvognarnir eru gjørdir og útfluttir úr Týsklandi, er tað eisini Týskland, sum ger av, um teir kunnu útflytast víðari til eitt triðja land.

Umframt Týskland hava onnur lond eisini játtað, at tey fara at senda stríðsvognar til Ukraina. Pólland og Bretland fara eisini at senda 14 stríðsvognar í part til Ukraina, og USA hevur sagt seg fara at senda 31 stríðsvognar av slagnum Abrams til Ukraina. 

Niðurlond og Spania siga seg vera til reiðar at senda stríðsvognar avstað, og Noreg hevur váttað, at norskir stríðsvognar eisini verða sendir til Ukraina, men enn er einki tal sett á. Harumframt hevur Frakland longu sent onnur, lættari hernaðarakfør til Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083