Vatnstøðan í Heygadali fer javnan at hækka og lækka

Vatnstøðan í Heygadali fer javnan at hækka og lækka
Pumpuskipanin hjá í Vestmanna fer at virka sum ein battarískipan, hon skal verða liðug í 2027 ell 2028
Undir heilt serligum umstøðum í Heygadali, kann vatnstøðan koma niður á 92 metrar, tað vil siga ein hæddarmunur upp á heilar 13 metrar. (Savnsmynd)
 
26.01.2023 - 08:26

Vatnstøðan í byrgingini í Heygadali í Vestmanna fer í framtíðini regluliga at skifta millum umleið 97 og 105 metrar yvir havinum.

Tá ið stóra verkætlanin við pumpuskipan, sum verður nevnd Mýruverkið II-verkætlanin hjá SEV, væntandi verður liðug í 2027 ella 2028, fer vatnstøðan í Heygadali javnan at lækka og hækka.

Undir heilt serligum umstøðum, kann vatnstøðan koma niður á 92 metrar, tað vil siga ein hæddarmunur upp á heilar 13 metrar.

Tað kom fram á ástaðarfundinum, sum var í Vestmanna í gjár.

 

Battarískipan

Pumpuskipanin skal virka sum ein battarískipan. Vatnið verður pumpað teir umleið 220 metrarnar upp aftur úr vatnbyrgingini í Heygadali niðan á Mýrarnar, og so verður vatnið endurnýtt. Hetta er orsøkin til, at vatnið lækkar og hækkar.

Vatnstøðan á Mýrunum fer eisini javnan at lækka og hækka. Har verður munurin tó ikki so stórur. Væntandi verða umleið fýra metrar á muni. 

 

Pumpuskipan Vestmanna

Frítekst tagging: 

Pumpuskipanin fer at virka sum ein battarískipan, sum pumpar vatn úr Heygadali niðan á Mýrarnar. (Mynd: SEV)

 

Tveir tunlar

Tveir tunlar skulu borast inn í fjallið. Annar úr Heygadali og hin úr Mýrunum. Síðani verður ein sloka, sum verður 220 metrar høg, gjørd millum tunlarnar. Har verður vatnið pumpað uppaftur.

Verkið, ið skal hýsa pumpuskipanini, er inni í fjallinum, og sæst tí ikki uttan.

Verkætlanin hjá Sev er mett at kosta 1,3 milliardir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360