- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Stjóraskifti í BankNordik og vakmyndatól í Havn
Tað vakti bæði ans og undran hósdagin í farnu viku, tá BankNordik boðaði keypsskálanum frá, at Heini Thomsen fór frá sum stjóri eftir bert hálvum ári í starvinum.
Heini Thomsen var útnevndur saman við Turið F. Arge at vera annar av stjórunum, sum skal mynda bankan næstu árini, eftir at Árni Ellefsen á vári 2022 segði seg úr starvi.
Vit seta sjóneykuna á bráða endan á stjóratíðini hjá nýggja stjóranum.
Harðskapur og vakmyndatól
Eftir eina røð av harðskapsmálum í býarlívinum í Havn í fjør, boðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá, at hann fór at taka stig til at seta upp vakmyndatól í miðbýnum.
Ætlanin hjá borgarstjóranum hevur elvt til heitt kjak, har óvanliga nógvir aktørar hava sagt sína hugsan. Í sendingini hoyra vit frá nøkrum av teimum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.