Fleiri vitjandi fella tár, tá tey síggja umstøðurnar

Fleiri vitjandi fella tár, tá tey síggja umstøðurnar
Vit kunnu ikki hjálpa øllum, men tað vísir seg, at tey, vit hjálpa, ofta bera stuðulin víðari til onnur, sigur Krista Hvannastein, sum varðar av stuðulsbørnunum hjá Mirjam
 
01.02.2023 - 12:50
1578453


Mirjam er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at hjálpa kvinnum í Liberia og Kenja. Í løtuni eru 11 føroyingar í Kenja.

Skúlanæmingar í Loiktoktok

Caption: 
Næmingar í skúlanum í Loitoktok


Ein teirra er Krista Hvannastein. Hon greiðir frá, at tey hava vitjað skúlan, sum er í slummbýlingi í Nairobi. Umstøðurnar eru ógvuliga primitivar, ásannar hon, og fleiri teirra, ið vitja fyrstu ferð, hava trupult við at hava tamarhald á kenslunum. 

Krista Hvannastein og Hilda Viderø

Caption: 
Krista Hvannastein og Hilda Viderø saman við stuðulsbarni


Seinni gekk leiðin til ein annan skúla, sum eisini er stuðlaður úr Føroyum. Hesin er í Loitoktok skamt frá Kilimanjaro. Hesin skúlin er ætlaður børnum í framhaldsdeild og studentaskúlaaldri.

Skúlastova í Nairobi

Caption: 
Skúlastova í skúlanum í Nairobi


Tað er rørandi at síggja, hvussu stóran mun stuðulin hevur gjørt. Við einum framúr góðum toymi av lokalum fólki, hevur skúlin tikið seg fram væl skjótari enn roknað var við, sigur Krista Hvannastein.



Krista Hvannastein metir, at umleið 100 føroyskir stuðlar eru í løtuni. Hon vónar, sum vera man, at fleiri leggjast aftrat. Upplýsingar um Mirjam eru at finna á hesum leinki.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Meira um sama evni