Fara at kanna um kjarnorka skal nýtast í Føroyum

bannari
Fara at kanna um kjarnorka skal nýtast í Føroyum
Ber til at hava kjarnorkuverk í Føroyum? Tí skal greiði fáast á, ætlar Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum. Føroyingar hava hægsta CO2-útlát í Norðurlondum
Kjarnorka er grønari enn olja, sigur orkuserfrøðingur
Mynd: Jens Kr. Vang  
 
31.07.2026 - 18:52

 

CO2-útlátið fyri hvønn íbúgva í Føroyum er munandi hægri enn í hinum norðurlondunum. Eitt kjarnorkuverk hevur einki CO2-útlát. Tì ætlar Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum, at kanna møguleikan at seta kjarnorkuverk upp í Føroyum.

-Okur øll vita jú, at okkara Co2-útlát er nakað høgt. Kjarnorka er eitt orkuslag, sum verður nógv arbeitt við í øðrum londum í løtuni. Í ymiskum støddum, við ymiskum mátti. So eg haldi, at vit eiga at hava fingurin á pulsinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna.

Sambært landsstýriskvinnuni er trygdin kring kjarnorku nógv betrað, og serliga tað, at tað ber til at byggja kjarnorkuverk eisini í smærri støddum, talar fyri at kanna, um kjarnorka er nakað fyri Føroyar. Hon heldur tað vera upplagt at fara út í heim at vitja lond, sum hava kjarnorkuverk.

Landsstýriskvinnan ætlar at Umhvørvisstovan skal hava ein týðandi leiklut í kanningunum. Orkuserfrøðingurin á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni, Kári Mannbjørn Mortensen, staðfestir, at um so var, at vit brúktu kjarnorku, so høvdu vit staðið betur í mun til árin á veðurlagið.

-Hon er grønari upp á tann mátan, at hon letur jú slett onki CO2 frá sær, og tí hevði okkara orkunýtsla ongar avleiðingar havt fyri veðurlagsbroytingar, sigur hann.

Kjarnorka er tó nakað, sum fólk ofta óttast fyri, og tað hevur sína orsøk, viðurkennir hann.

-Tá tú tekur uran og skal brúka tað til at framleiða orku burturúr, so mást tú ríka tað, økja tættleikan í tí. Og økir tú hann heilt nógv, kann tað nýtast til at gera kjarnorkuvápn burtuúr. Og tað ræðast fólk sjálvandi.

Men tað er ikki neyðugt at óttast, heldur hann, um reglur og eftirlit eru nóg strong.

-Tað uranið, sum man nýtir til orkuframleiðslu, kann ikki beinleiðis nýtast til vápnaframleiðslu. Men har, sum uranið verður gjørt, er neyðugt at hava sterkt eftirlit, at tryggja, at uranið bert verður nýtt til orkuframleiðslu, og ikki fer víðari til onnur, sum ætla at nýta tað til vápn, sigur Kári Mannbjørn Mortensen, orkuserfrøðingur.

Nær Umhvørvisstovan og Heilsu- og orkumálaráðið av álvara fara at kanna møguleikarnar fyri kjarnorku í Føroyum, er ov tíðliga at siga enn. Ongin arbeiðsætlan er enn gjørd.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655