Ráðhúsið í Hetlandi veittraði við Merkinum á ólavsøku

Ráðhúsið í Hetlandi veittraði við Merkinum á ólavsøku
Tað verður ætlandi gjørt hvørt ár frameftir
Ráðhúsið í Lerwick veittraði við Merkinum tann 29. juli
Mynd: Ráðhúsið í Lerwick  
 
31.07.2026 - 18:47

Í juli samtykti Hetlandsráðið, at frameftir verður flaggað við Merkinum frá býráðshúsinum í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick.

Ólavsøkudag legði Hetlandsráðið mynd út á sosialar miðlar, har Merkið sæst veittra frá torninum á ráðhúsinum í hetlandska høvuðsstaðnum Lerwick. Í samband við myndina verður sagt, at "Í dag verður flaggað við føroyska flagginum frá Býráðshúsinum í samband við tjóðardagin hjá Føroyum, okkara vinum og grannum." Teksturin endar við, at tey ynskja øllum eina góða ólavsøku.

Politiskt er Hetland skipað sum ein kommuna við einum kommunustýri. Og kommunustýrið eitur á enskum Shetland Islands Council, ella Hetlandsráðið á føroyskum.

Hetlendingar hava reglur um, hvussu flaggað verður frá býráðshúsinum í Lerwick. Vit kunnu nevna, at 21. juni, sum er hetlendskur flaggdagur, verður flaggað við hetlendska flagginum.

30. novembur, sum skotskur tjóðardagur, verður flaggað við skotska flagginum.

17. mai, sum er norskur tjóðardagur, verður flaggað við norska flagginum.

Og so hevur Hetlandsráðið nýliga gjørt av, at á ólavsøku verður flaggað við Merkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595