Sleppur loksins undir skurð fyri sjáldsamt ryggbrek

Sleppur loksins undir skurð fyri sjáldsamt ryggbrek
Í fýra ár hevur fimtan ára gamla Elisabet Joensen havt áhaldandi pínu í rygginum. Nú sleppur hon loksins undir skurð uttanlands
Fotografur: Símun Waag
31.07.2026 - 19:24

Fimtan ára gamla Elisabet Joensen hevur eitt sjáldsamt brek í rygginum, sum eitur Bertolotti syndrom.

Eftir fýra ár við áhaldandi pínu í rygginum, sleppur hon loksins undir skurð uttanlands.

- Tað er løgið at føla, at eg kanska fari at liva uttan pínu, sigur Elisabet Joensen.

 

Undir skurð í USA

Pínan byrjaði, tá ið hon var ellivu ára gomul, og tíðliga í ár fekk hon staðfest Bertolotti syndrom.

Brekið hevur við sær, at hon hevur áhaldandi pínu í rygginum, sum ger tað torført hjá henni at fylgja við í skúlanum, umframt at íðka ítrótt.

Talan er um sjáldsama sjúku, men serfrøðingar í USA við innliti í brekið, hava bjóðað henni skurðviðgerð, meðan skurðviðgerð av hesum slagi ikki er ein møguleiki í Føroyum.

Sambært serfrøðingunum, kann skurðviðgerðin linna áhaldandi pínuna í rygginum.

Skurðviðgerðin kostar okkurt um hálva millión, men við innsavnan, sum familjan og hjálparfelagsskapurin Næstin hava staðið fyri, sleppur hon loksins undir skurð.

 

Sí innslag í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334