Bara triði hvør hevur útbúgving sum skúlabókavørður

Bara triði hvør hevur útbúgving sum skúlabókavørður
Skúlabókavarðaútbúgvingin hevur staðið á skránni leingi hjá avvarðandi myndugleikum, uttan at meira er gjørt við tað
Stívliga helvtin av teimum spurdu heldur, at tímatalið, sum skúlabókasøvnini hava at ráða yvir, er ov lítið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.02.2023 - 11:06

Bara triði hvør skúlabókavørður hevur útbúgving sum skúlabókavørður.

Skúlabókavarðafelagið gjørdi í fjør eina kanning, sum vísir, at bara ein triðingur av teimum, sum arbeiða á skúlabókasøvnunum, hava útbúgving.

Talan er um 63 lærarar. 36 teirra svaraðu í kanningini, 33 kvinnur og tríggir menn, skrivar Skúlablaðið.

Skúlabókavarðaútbúgvingin hevur staðið á skránni leingi hjá avvarðandi myndugleikum, uttan at meira er gjørt við tað. 

- Tí gjørdu vit eina kanning fyri at vísa politiska myndugleikan á stóra tørvin, sigur Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Skúlabókavarðafelagnum, við Skúlablaðið. 

 

Thordis Dahl Hansen er forkvinna í  Skúlabókavarðafelagnum. (Mynd: Skúlablaðið)

 

Bara tíggju teirra, sum svaraðu, hava útbúgving sum skúlabókavørður, fýra í Føroyum og seks í Danmark.

Stívliga helvtin teirra halda, at tímatalið, sum skúlabókasøvnini hava at ráða yvir, er ov lítið.

Skúlabókavarðafelagið arbeiðir serliga við tveimum málum.

Tey eru nettupp at fáa eina útbúgving til teir lærarar, sum eru í skúlabókasøvnunum, og fáa fleiri tímar til skúlabókasøvnini, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521