Ársins ítróttaátak: Special Olympics-fótbóltsliðið

Ársins ítróttaátak: Special Olympics-fótbóltsliðið
Serstaka og mennandi Special Olympics-fótbóltsliðið er kosið sum ítróttaÁTAKIÐ 2022.
Til Special Olympics smálandakapping í oktober kláraði liðið seg væl og endaði sum vinnari av B-bólkinum. Nú hevur átakið fingið heiðurin sum ítróttaÁTAKIÐ 2022.
 
04.02.2023 - 20:55

Ársins ítróttaátak er eitt felag, samband ella annað, sum á onkran hátt hevur tikið stig til eitt átak, sum styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt. 

Og fyri árið 2022 er Special Olympics fótbóltsliðið kosið ítróttaÁTAKIÐ. 

 

Átakið styrkir og víðkar um felagsskapin

Special Olympic fótbóltsliðið er eitt átak við vikuligari venjing fyri vaksin við menningartarni. Men tað er ikki bara venjing. Liðið hevur eisini umboðað Føroya til altjóða kappingar við framúr úrslitum. 

Í oktober umboðaði liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum.

Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak, skrivaði innstillingarnevndin í innstillingarkunngerðingini.  

Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659