Beinir Bergsson fekk gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Beinir Bergsson fekk gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Ungi yrkjarin Beinir Bergsson fekk 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022
Beinir Bergsson hevur givið út tvey yrkingasøvn: Tann lítli drongurin og beinagrindin og Sólgarðurin.
 
09.02.2023 - 04:00

Á hátíðarhaldi í Nýggjustovu hjá Listasambandi Føroya í gjárkvøldið varð avdúkað, at ungi yrkjarin, Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022.

Nevndin í grunninum, sum umboðar Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Føroya Lærarafelag, grundgevur m.a. soleiðis fyri avgerðini um, at júst hetta unga skaldið hevur uppiborið fíggjarligan styrk og heiður:

"Beinir Bergsson hevur givið út tvey yrkingasøvn: Tann lítli drongurin og beinagrindin og Sólgarðurin.

Beinir Bergsson hevur longu fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin í 2018, og Sólgarðurin var í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.

At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður latið honum er fyri at strika undir, at her er eitt ungt yrkjaratalent, hvørs skaldskapur hevur dygd og serligan týdning og tí stuðul uppibornan."

Beinir Bergsson hevur MA-útbúgving í bókmentum og týðingarfrøði frá Háskóla Íslands, og hann lesur í løtuni Ritlist á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373