25 ár síðani álopið á World Trade Center

25 ár síðani álopið á World Trade Center
Yvirgangsatsóknin kravdi fleiri túsund mannalív
Í dag eru 25 ár síðani álopið á World Trade Center.
Mynd: Henny Ray Abrams/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2026 - 07:52

Í dag eru 25 ár liðin, síðani tvey flogfør flugu inn í World Trade Center í New York 11. september 2001.

Yvirgangsatsóknin kravdi fleiri túsund mannalív. 

Árini eftir álopið á World Trade Center vóru fleiri stórar yvirgangsatsóknir, eitt nú í Madrid í 2004, har 192 fólk lótu lív, og í London í 2005, har 52 fólk lótu lív.

Í øllum álopunum fingu nógv fleiri skaða.

 

Hóttanin broytt

Men yvirgangshóttanin er broytt seinastu 25 árini, metir operativi stjórin í fregnartænastuni hjá donsku løgregluni, PET, Flemming Drejer.

- Frammanundan sóu vit stór álop, sum al-Qaida og IS høvdu lagt til rættis. Nú er hóttanin ofta frá einstaklingum ella smáum bólkum, sum virka sjálvir, og hetta ger tað truplari at spáa um og fyribyrgja álop, sigur Flemming Drejer, í skrivligari viðmerking við DR.

Flemming Drejer sigur, at síðani álopini 11. september 2001 er yvirgangshóttanin í dag vorðin nógv meira "fløkt og torfør at gjøgnumskoða".

Hetta kemst millum annað av, hvussu radikalisering fer fram.

 


Flemming Drejer. (Mynd: PET)

 

Radikaisering á netinum 

- Sera stórur partur av radikaliseringini hendir á netinum, serliga millum heilt ung og ómyndug. Tað er ikki altíð ein greið ideologi ella greið orsøk, sum drívur tey, og vit síggja eisini, at lond sum Iran og kriminell netverk eru meira við í yvirgangi - í summum førum eisini í Danmark, sigur Flemming Drejer.

- Henda gongdin er stór avbjóðing fyri fregnartænasturnar og trygdartænasturnar, tí tað er ikki longur nóg mikið at fylgja við hóttanum í fysiska heiminum. Drúgvar royndir við yvirgangsálopum hava gjørt fregnartænastuna hjá donsku løgregluni føra fyri at handfara ymiskar og fløktar hóttanir.

Kortini sigur hann tær vera truplari at handfara, tí nógv hendir á netinum.

- Tað krevur nýggjar arbeiðshættir og amboð at fylgja við tøkniligu menningini, soleiðis at vit framhaldandi kunnu finna hóttanirnar, áðrenn tær gerast veruleiki, sigur Flemming Drejer við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542