Størri játtan at útbúgva læknar

Størri játtan at útbúgva læknar
46 læknar eru í útbúgvingarstarvi í løtuni, og av teimum búgva 11 seg út til kommunulækna
Eftir ætlan verða tríggir kommunulæknar lidnir við útbúgvingina í almennum medisini í ár. (Savnsmynd)
 
15.02.2023 - 16:09

Útbúgvingin av kommunulæknum og sjúkrahúslæknum skal styrkjast, ætlar landsstýrið.

Játtanin at útbúgva yngri læknar er hækkað úr 12,5 milliónum krónum upp í 14,2 milliónir krónur um árið næstu trý árini.

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg skal ein partur av játtanini nýtast til álagt skeiðsvirksemi.

 

46 útbúgvingarstørv

46 læknar eru í ymiskum útbúgvingarstørvum í skipanini. Av teimum 46 eru 11 læknar í útbúgvingarstarvi í almennum medisini, sum er útbúgving til kommunulækna. 

Eftir ætlan verða tríggir kommunulæknar lidnir við útbúgvingina í almennum medisini í ár.

Seinastu tíðina hevur kommunulæknaskipanin verið nógv umrødd, og nógv hevur verið frammi um, at skipanin ikki riggar nóg væl.

Heilsutrygd hevur víst á, at skal trupulleikin loysast, er neyðugt at útbúgva fleiri kommunulæknar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329