Ójøvn á máli um ríkisveiting

Ójøvn á máli um ríkisveiting
Veljararnir hjá samgonguni og andstøðuni eru ymiskir á máli, tá ið tað snýr seg um at lækka ríkisveitingina 25 milliónir krónur í ár.
 
18.02.2023 - 13:16

Lækkingin av ríkisveitingini stendur í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023, og hon fellur eftir øllum at døma í  góða jørð hjá samgonguveljarum.

Ein kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í gjár, vísir, at 59 prosent av teimum spurdu, sum á valinum valdu ein av samgonuflokkunum, halda tað vera rætt at lækka ríkisveitingina 25 milliónir krónur í ár.

30 prosent av teimum, sum valdu samgonguna í desember, halda tað ikki vera rætt, og 11 prosent vita ikki.

Men hjá teimum, sum á valinum í desember valdu andstøðuna, er undirtøkan fyri at skerja ríkisveitingina ikki líka góð.

27 prosent av spurdu andstøðuveljarunum taka undir við at skerja ríkisveitingina, 59 prosent halda tað ikki vera rætt, og 14 prosent vita ikki.

Í kanningini hjá Spyr.fo svaraðu 500 fólk í aldri millum 18 og 80 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435